Pætur sleppur at syngja sín sang

Pætur við Keldu hevur nú fingið at vita, at hann sleppur at framføra sangin hjá sær, tá danska Melodi Grand Prixið verður. Systur hansara skal eisini syngja, og føroyingur skal framleiða tónleikin

Pætur við Keldu verður ein av teimum 10 luttakarunum, sum skal syngja í danska Grand Prixnum í ár.
Hetta var almannakunngjørt mikudagin, tá nøvnini á teimum, sum skulu syngja, vóru løgd fram.
? Eg ynskti alla tíðina at sleppa at syngja mín sang, men eg var eisini opin fyri, at onkur annar skuldi syngja hann. Men tað kom ongantíð upp á tal, tí fyrireikararnir vildu hava meg at syngja sjálvur, sigur Pætur við Keldu.
Hann fekk í desember mánaði at vita, at hansara sangur, Søm en drøm, var valdur út millum stívliga 650 sangir, sum vóru sendir til Grand Prixið í ár.

Vildu hava Pætur
Men fyrireikararnir staðfestu samstundis, at tey, sum hava sungið innsendu sangirnar, ikki við vissu fóru at syngja á sjálvum Grand Prixnum.
Orsøkin til hetta er, at fyrireikararnir vilja hava, at sangirnir verða framførdir so væl sum gjørligt, og tí loyvdu teir sær at gera av, hvør skuldi syngja.
Tá talan var um sangin hjá Pætur, so kom tað als ikki upp á tal, at nakar annar skuldi syngja, tí fyrireikararnir bitu sjálvandi merki í góðu sangevnini hjá Pæturi.

Tóra eisini við
Pætur verður ikki ensamallur føroyingur á pallinum, tá Grand Prixið verður í Cirkusbygninginum 9. februar. Systur hansara, Tóra við Keldu, skal verða við kórinum til sangin hjá Pætur.
? Eg ov Pætur hava sungið nógv saman, men eg hevði ongantíð droymt um, at vit skulu syngja saman til Grand Prixið, sigur Tóra.
? Mín leiklutur verður ikki so stórur, men tað er sera spennandi at vera við til sjálva prosessina. Mær hevur altíð dámt væl Grand Prixið, so hetta er ein lítil dreymur, sum verður uppfyltur.

Óli Poulsen uppí
Føroyingar koma eisini at standa fyri tónleikinum, tí Óli Poulsen hevur sagt ja til at framleiða tónleikin. Beiggi Óla, Hans, gjørdi upprunaliga tónleikin, sum varð sendur upptøkunevndini, og nú verður Óli eisini við í leikinum, tá tónleikurin til sjálvt Grand Prixið skal framleiðast.
Sjálv kappingin fer fram á tann hátt, at tónleikurin verður playback. Tað vil siga, at hann er innspældur frammanundan. Síðani skal Pætur syngja beinleiðis til hendan tónleik.
? Nú skulu vit leggja tónleikin til rættis, venja og til royndir, áðrenn sjálvt Grand Prixið verður, sigur Pætur við Keldu.