Fótbóltur
Á móttøku í morgun kundi KÍ boða viðhaldsfólkum og fótbóltshugaðum annars frá, at felagið hevur sett Pætur S. Clementsen í starv sum ungdómsvenjara. Tann sessin hevur Eyðun Klakstein annars røkt í ár, men nú hann er settur í starv sum hjálparvenjari hjá Tony Paris, var tørvur á nýggjum høvuðsvenjara fyri yngru liðini.
Og tann mannin metir KÍ seg hava funnið í Pæturi S. Clementsen. Pætur virkaði í fleiri ár sum ungdómsvenjari hjá HB, umframt at hann eitt stutt skifti eisini var hjá B36. Hann hevur fylgt væl við á útbúgvingarleiðinin hjá FSF, har hann eisini hevur verið partur av arbeiðinum kring yngru landsliðini.
Seinastu árini hevur hann eisini verið í starvi innan umsitingina hjá FSF, men tað starvið hevur hann nú sagt frá sær til frama fyri starvið í Klaksvík.