Pætur skal gita ein sang

Pætur við Keldu skal vera við í væl umtóktu donsku sendirøðini Gita ein sang, eftir at Grand Prix vinnarin gav avboð til sendirøðina

Um tvær vikur skal Pætur í upptøkuhølini hjá Danmarks Radio fyri at taka lut í sendirøðini Gita ein sang, sum eisini verður send í føroyskum sjónvarpi.
Væl umtókta danska sendirøðin, har Amin Jensen er vertur, savnar hvørja ferð fýra kendar danskar sangarar at kappast ímóti hvørjum øðrum. Uppgávan er at gita sangir og at syngja teir.
Ætlanin var, at vinnarin í danska Grand Prixnum skuldi verða við í sendingini, sum skal takast upp um tvær vikur. Men Malene W. Mortensen hevur nú givið avboð. Orsøkin er, at Sasha Dupont, sum er annar av klaverspælarunum í sendingini, var partur av dómarapanelinum, sum gav Malenu vánaligt skoðsmál í Grand Prixnum.

Herðaklapp til Pætur
Aftaná Grand Prixið hevur Sasha Dupont eisini umrøtt sangin hjá Malenu sum vánaligan, og hetta hevur fingið danska Grand Prix vinnaran til at geva avboð til sendirøðina hjá DR.
Jørgen de Mylius er redaktiónsleiðari fyri sendingina, og hann sigur seg ongantíð áður hava upplivað slíkt. Men ráðaleysur er hann ikki, tí hann hevur sent boð eftir Pæturi við Keldu.
Hóast skoðbráið hjá Pæturi var stutt, so hevur hann játtað at verið við í sendingini. Hetta er enn ein gyltur møguleiki hjá Pæturi at gera vart við seg í Danmark, og at Pætur yvirhøvur verður biðin um at koma við í sendirøðina, er ein staðfesting av, at fólk longu hava fingið eygað á føroyskan sangaran og tónleikaran.