TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við liðskiparan hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen, ið saman við liðfeløgunum tapti 0-2 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík í kommunalu grannauppgerðini seinnapartin í dag.
Í fjør fekk Skála sjey av níggju stigum ímóti NSÍ. Í ár gjørdist úrtøkan tann øvugta. NSÍ fekk sjey stig av níggju møguligum ímóti Skála aftaná 2-0 og 1-0 heimasigrar og javnleik 1-1 á Skála.
Pætur Dam Jacobsen ásannar, at NSÍ vann ein uppibornan sigur í dag. Tað vóru løtur har Skála var væl við, men samlað var NSÍ ein rættur vinnari.
Nú fara Pætur Dam Jacobsen og liðfelagarnir í Skála at gera klárt til eina "Best of the Rest" finalu ímóti EB/Streymi á Eiði komandi hóskvøld.
Samrøðan FM1 gjørdi við høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Sámal Erik Hentze hoyrist HER