Undan dystinum móti Slovenia, sum verður á Tórsvølli hósdagin 7. juni klokkan 17:00, fekk FSF Varpið orðið á føroyska venjaran, Pætur Smith Clementsen. Og hann væntar heilt avgjørt ein harðan og strævnan dyst, men trýr eisini uppá, at tað ber til at fáa stig burturúr.
Síggj FSF Varpið við at trýsta á pílin á myndini
- Tað ræður um at taka av møguleikunum, tá kjansirnir koma, sigur venjarin í samrøðu við FSF Varpið.
Les eisini: Próvtøkur ávirka landsliðið - men allar eru við
Landsliðsvenjarin heldur fyri, at Slovenia er eitt betri lið spælara fyri spælara, men at føroyska liðið kann bíta frá sær í dystinum. Tað krevur, at okkara er klárar at taka av møguleikanum, tá hann kemur.
Les eisini: Sara á landsliðnum - hetta er ein dreymur
HM undankappingardysturin móti Slovenia verður á Tórsvølli í dag klokkan 17. Rás2 sigur frá dystinum.