Hóast flestu feløgini fyri langari tíð síðani eru farin at fyrireika seg til komandi kappingarár, so eru enn ymsir lutir, sum enn ikki eru komin í fasta legu.
Eitt sum nógv verður tosað um, er hvar ymsu leikararnir munnu fara at leika komandi ár, tí seinnu árini er tað vorðið alsamt meira vanligt, at leikarar skifta millum feløg, soleiðis at feløgini, sum kunnu bjóða leikarunum bestu fortreytirnar, eisini er feløgini við sterkastu leikarahópinum.
Fíggjarliga er tað tó ivaleyst eisini ein ov stórur biti, um feløgini alla tíðina skulu styrkja seg við leikarum uttan ífrá, í vónini um at vinna meistaraheitið, og hetta hava teir eisini ásanna í HB.
Fyri at tryggja sær, at felagið í størri mun kann framleiða sínar egnu fyrstudeildarleikarar, gjørdi leiðslan í felagnum seinasta ár av, at skriva sáttmálar við nakrar av yngru leikarum felagsins.
Sáttmála við unglingaleikara
Fyri stuttum var so enn ein sáttmáli av hesum slag skrivaður, tá felagið tryggjaði sær, at unglingaleikarin, Pætur Dahl, verður verandi í felagnum.
Gunnar Mohr, formaður í HB, sigur við Sosialin, at talan er um ein sonevndan byrjunarsáttmála, og merkir hetta eisini, at hetta als ikki er nakað, sum leikarin gerst ríkur av. Sáttmálin er tó soleiðis háttaður, at ein sonevnd glíðiskala er innbygd, og merki hetta, at um leikarin megnar at bíta seg fastan á besta liði felagsins, verður samsýningin betra samsvarandi avrikinum.
Hóast hann enn ikki bitið seg fasta á besta liðnum hjá HB, so er eyðsæð, at Pætur hevur góð fótbóltsevni. Umframt at hann alt seinasta ár var fastur fúsur á unglingaliðnum, sum leikti seg í hálvfinaluna, so gjørdi hann eisini rættuliga um seg í aðru deild, umframt at hann onkran dystin var at síggja millum skiftisleikararnar á besta liðnum.
Farnir í gongd
Leikararnir hjá HB eru annars farnir undir venjingina. Venjari felagsins, Ion Geolgau, kemur tó ikki til Føroya fyrr enn 25. januar, men til ta tíð er tað fyrrverandi miðvallarin á fyrstu deild, Ingi Rasmussen, sum stendur á odda fyri venjingini.