Síðani 1996 hevur Pætur Franklin búð á Vistarheiminum, men hann er framvegis rættuliga birgur, og føðingardagurin verður hildin hjá dóttrini og versoninum - Birnu og Jógvani Ravnsfjall.
Pætur Franklin er fugloyingur og ættaður av Kirkju. Foreldrini vóru Sørin Pram Zachariasen úr húsinum har Norð á Kirkju og Sunneva, sum var fødd Eliasen og ættað úr Kelduhúsinum í Hattarvík. Tey giftust í 1893 og átta børn komu undan, sum høvdu Sørensen til eftirnavn: Zacharias, Sigga, Signa, Eliesar, Líggjas, Mourits, Pætur Franklin og Betta. Zacharias búði í Havnini, Sigga, Signa og Mourits á Kirkju og Eliesar, Líggjas, Betta og Pætur Franklin í Klaksvík. Eftir á lívi eru Mourits, Eliesar og Pætur Franklin. Lauga og tann fyrri Mourits vóru børn, tá ið tey doyðu.
Pætur Franklin var fjúrtan ára gamalur, tá ið hann fór til skips. Fyrsti kjansurin var við Ternuni, sum var lítil slupp hjá teimum hjá Havna Jógvani í Norðdepli. Sámal Christiansen førdi hana. Pætur Franklin sigldi nógv av sínum bestu árum, og hansara partur lá ikki eftir. Millum skipararnar, sum hann tíðliga í tíðini var við, var Eliesar Sørensen, bróður hansara.
Í februar 1931 leyk Pætur Franklin skiparaprógv í Havnini, og í februar 1938 tók hann longdina í Havnini. Í 1934 fór hann við Carlton sum 2. bestimaður, og frá 1936 og næstu tjúgu árini var hann bestimaður við Viðoy. Í seksti árunum arbeiddi hann eitt skifti á Snørisvirkinum hjá Sámali Thorsteinsson, men tá ið flakatrolararnir hjá Kjølbro komu, legði hann aftur til brots, og Pætur Franklin fór ikki í land av Skálabergi fyrrenn í 1982, tá ið hann var 72 ára gamalur. Tá setti hann seg tó ikki fyri einki. Hann fór á Kósina at arbeiða, og har var hann, inntil hann var farin um tey áttati.
Pætur Franklin giftist 20. januar í 1942 við Hjørdis, fødd Guttesen í 1916, og ættað úr Skopun. Foreldrini hjá henni vóru Ragnhild og Julius Guttesen. Hon var úr Skopun, og hann var ættaður úr Kirkjubø og uppvaksin í Skopun. Ragnhild og Pætur Franklin búsettust á Stongunum í Klaksvík, og har búðu tey øll árini, sum tey fingu at liva saman. Hjørdis doyði 5. apríl í 1992, og í 1996 fór Pætur Franklin á Vistarheimið, sum er í húsunum, sum Evald Kjølbro, sáli, átti á Biskupsstøð.
Tað kann ikki sigast annað, enn at Sørensen systkini rættuliga hava verið við til at seta dám á Vistarheimið. Sigga búði síni síðstu ár har, og nú eru Mourits, sum næstan er 97, og Pætur Franklin har. Eliesar, sum gongur á 100. ári, vitjar á Vistarheiminum hvørt hóskvøld. Allir tríggir beiggjarnir minnast væl, og tá ið teir duga væl at siga frá, sigur tað seg sjálvt, at tað er áhugavert at sita undir.
Hjørdis og Pætur Franklin eiga tríggjar døtrar: Sunnuva, f. 1943, býr í Havnini, Ragnhild, fødd 1946, býr í Keypmannahavn, og Birna, fødd 1950, býr í Klaksvík. Pætur Franklin eigur átta abbabørn, og tað er farið at leggjast afturat í triðja ættarliðnum.