Pætur, Eyðun og Tróndur á Skarv

Pætur við Keldu, Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni fara saman á pallin leygarkvøldið í føroyska vertshúsinum í Keypmannahavn, Skarv.


Leygarkvøldið leggur Skarv pall til eina sera roynda og dugnaliga Trio. Pætur við Keldu á tangentum og sangi, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Ey?un Nols?e á&quot;$?$end$!$<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Ey?un Nols?e&quot;$?$end$!$Eyðun Nolsøe</st1:PersonName$?$end$!$ á</st1:PersonName$?$end$!$ kassagittara og sangi og Trónd Enni á trompet, bassi og sangi.<BR> 
Hvør sær, eru teir allir tríggir kendir sum sangarar og tónleikarar, Pætur við Keldu,  føroyski sangarin í danska grand prixnum, tangentleikari í Frændum og  sum eintaklingur og í bólkinum Tiðnað á kristna føroyska tónleikapallinum. <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Ey?un Nols?e&quot;$?$end$!$Eyðun Nolsøe</st1:PersonName$?$end$!$, oddamaður í Frændum og sum einstaklingur ella saman við Terja. Tróndur Enni er ein tann besta songrøddin, ið er komin av Tvøroyri seinastu árini, hann hevur spælt rættiliga nógv í ymiskum samanhangum og sum einstaklingur.<BR> 
Hetta eru fyrstu ferð, at henda trio fer á pallin á Skarv. Teir venja í løtuni óført. Eisini inni á Skarv verður í hesum døgum fyrireikað til kvøldið. Seinasta vikuskiftið gekk ein forstyrkjari fyri, júst eins og annleggið gekk fyri, tá Kári P. herfyri spældi konsert har. Tí verða ljóðumstøðurnar nú betraðar.
 
Skarv hevur opið mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag hesa vikuna. Øll kvøldini er tað DJ ESJ, ið leggur tónleika á, hann leggur somuleiðis tónleik á, leygarkvøldið tá livandi tónleikur ikki er á pallinum.