Pátrúgv

Tá vit vóru børn, fingu vit at hoyra søgur um mangt, sum ikki var til, og sum ikki var sannleiki. Skaðin av hesum var tó ikki stórur, tí tað vaks um okkara ímyndingarevni, og so hvørt vit gjørdust størri, lærdu vit at skilja millum alt hetta tvætlið, vit høvdu hoyrt, og veruleikan, og so kundu vit standa okkum í tí veruliga heiminum.

 

Men tíverri er tað viðhvørt, at vit í okkara vaksna lívi ikki megna at skilja millum uppspuna og veruleiki. Tá kann ringt spyrjast burtur úr.

Eitt dømi um hetta er tað sum føroyingum hevur verið fyri í spurninginum um donsku veitingarnar til Føroya.

Her hevur tað hóvað nógvum politikarum at billa vaksnum fólkum inn, at hesar veitingar hava verið til gagn fyri Føroyar.

Fyri nakrar av hesum politikarum kann berast í bøtuflaka, tí teir hava ikki petti av skili upp á búskaparlig viðurskifti, tí teir halda at samfelagið bert er eitt sjálvtøkuborð, har ein og hvør kann fáa ókeypis morgunmat. Hetta gongur jú fint, sum maðurin segði tá hann var dottin út av 20 hædd og kom fram við tí fjórðu hæddini.

Men at ein maður sum Edmund Joensen, sum í sínum dagliga virki er vinnulívsmaður og tí skuldi vitað, at tað er framleiðslan, sum er grundarlagið fyri tilveru okkara, og at hon er í kapping við aðrar fyritøkur og onnur lond, skal siga seg trúgva upp á jólamannin, tað er heilt ótrúligt at hoyra.

Tíbetur eru tað sjálvt í flokkinum hjá Edmund nøkur, sum duga at skilja, at hetta er fullkomuliga burturvið. Unga Sambandið hevur prógvað, at teir hava skilt hvussu tann veruliga verðin er skrúvað saman og hava tí kravt, at danski stuðulin til Føroyar skal avtakast.

Um so er, at hetta gerst poltikkur sambandsfloksins, og Edmund og aðrir sambandsmenn vilja samstarva um ein politikk, sum byggir á veruliga grund, so hevði borið til at fingið eina breiða semju um búskaparpolitikkin í Føroyum.