Pástandir og ræðusøgur

Frank Davidsen, Sørvágur


Eitt kvalifiserað innlegg frá Hans Meinard á Høgabóli verður sagt, og hvat er so tað. Jú Hans Meinard vísti bert til tað, sum øll Vágafólk hava verið greið yvir í áratíggjur, nevnliga at veður og vindur og mjørki er stóri trupulleikin við flúgving upp á Føroyar.

At hann so niðurtónar longdina av einum flogvølli, tað gevur so ikki Glyvursnesi tað fjøður í hattin, sum Petur Hermansen roynir at fyrigykla fólki. Tað sama verður jabbað umaftur, og nú er tað Airbus-flogfarið, sum als ikki er gott nokk, meðan Boing-flogfarið, ið fleyg á føroyarutuni í 20 ár, hevði verið tað betra flogfarið.

Øll ella nógv av okkum minnast til herferðina hjá Poul Michelsen, tá hon var í hæddini - tá hann skírdi allar flogskiparnar hjá Maersk at vera kamikaze-flogskiparar, ið vóru teir einastu, sum yvirhøvur kundu flúgva upp á Føroyar. Harafturat skuldu Boeing-flogførini vera gjørd soleiðis, at tey mestsum bara skuldu flúgva upp á Føroya. Hettar sjálvt um fleiri hundrað av tí slagnum vóru bygd. Ein reguler Goebbels-søga.

So um stjórin í Atlantic Airways kemur í ta støðu, at neyðugt verður at seta Boeing-flogfør inn á føroyarutuna, so hevur hann ein álvarsligan trupulleika, tí væntandi eru allir teir frálíka dugnaligu flogskiparnir, ið røktu føroyarutuna, pensioneraðir.

Men mær vitandi hava teir, sum seinni hava útbúgvið seg til flogskiparar og flogið upp á Føroyar, tó fingið eina vanliga útbúgving sum flogskiparar.

Men teir nógvu fantastisku pástandirnir vísa okkum bara, hvørji skitin vápn hava verið nýtt til at rættvísgera ta niðurgerðing av verandi Flogvølli, ið hevur verið seinstu 20 árini.