Ein streymur av kaldari, óstøðugari luft við ælaveðri streymar inn yvir okkum av norðri, men verður í dag avbrotið av einum brúgvalagi við regni og hósdagin av heitari luft.
Í dag
Hann snarar í ein eystan og øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, og tað klárar í, tó ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig. Í nátt hækkar hann í ein útnyrðing og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 m/s. Ælaveður, møguliga heglingur og vátaslettingur og hitin millum 2 og 6 stig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og vátasletttings- ella kavaæl, um náttina yvirhøvur turt og lutvíst klárt. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig, í støðum frost.
Skírisdagur
Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, sum út á dagin lækkar í ein landsynning. Sum frá líður meiri skýggjað og um kvøldið regn, vátaslettingur ella kavi av útsynningi og hitin millum 3 og 5 stig. Um náttina lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Tað klárar í, tó ælaveður og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Langa fríggjadag
Eitt lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, men út á seinnapartin ella kvøldið gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst kavi ella heglingur. Hitin um dagin 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig, í støðum frost.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, um náttina makar hann nakað. Samdrigið og ælaveður, møguliga kavi ella vátaslettingur. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Páskadag
Gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga kavi ella vátaslettingur. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.