Páskir fyri børn

Christianskirkjan í Klaksvík er farin í samstarv við skúlabólkar í barnagørðunum og barnaflokkarnar í skúlunum um at varpa ljós á páskirnar

Í morgin og hósdagin vera temadagar um páskirnar fyri børn í Christianskirkjuni í Klaksvík. Hanus Simonsen, prestur í Christianskirkjuni, hevur fingið í lag samstarv millum kirkjuna, skúlarnar og barnagarðarnar í býnum, og koma yngstu flokkarnir í skúlunum umframt skúlabólkarnir í barnagørðunum í kirkjuna at hoyra um páskahátíðina.

- Vit høvdu eina barnaguðstænastu á jólum, sum riggaði ótrúliga við børnunum. Yvirhøvur er jólahátíðin væl dekkað inn hjá okkum, men tað sama kann ikki sigast um páskahátíðina, sum er ein enn størri hátíð, greiðir Hanus Simonsen frá.

Samstarvið við skúlarnar er skipað soleiðis, at prestur sjálvur greiðir børnunum frá um hendingar kring páskirnar. Harafturat kemur dramalærarin, Óli Olsen, at skipa fyri sjónleiki um pálmasunnudag og páskadag, og børnini sleppa at síggja film um Langa Fríggjadag.

- Eg havi hoyrt um slíkar temadagar í Noreg. Men hetta havi eg sjálvur bygt upp yvir tveir mánaðir. Mann kann siga, at hetta er í byrjunarfasuni, og at møguleikar eru fyri at byggja tiltakið út, sigur Hanus Simonsen.

Roknast kann við nógvum børnum til temadagarnar um páskir. 70 børn ganga í skúlabólkunum hjá barnagørðunum í Klaksvík, og børn úr 1.-3. flokki úr báðum skúlunum eru boðin við til tiltakið.