Um vikuskiftið fara Elsa Súsanna Dalsgaard og Daisy Johannesen at syngja verkið Stabat Mater eftir G.B. Pergolesi.
Konsertirnar verða í kirkjuni í Klaksvík leygardagin klokkan 15. Í Gøtu Kirkju sunnudagin klokkan 15 og í Vesturkirkjuni í Havn sunnukvøldið klokkan 19:30.
Tær báðar fara at syngja saman við strúkarum úr Føroya Symfoniorkestri, sum Martin Mouritsen stjórnar.
Elsa Súsanna Dalsgaard úr Hoyvík hevur sangin sum livibreyð. Hon er útbúgvin sum sangari frá konservatoriuunum í Aalborg og í Keypmannahavn.Hon hevur júst fingið starv sum sangari við operakórið í Oslo.
Daisy Johannesen úr Klaksvík hevur verið á sangskúla í Íslandi og tekur sangtímar í Keypmannahavn.
Verkið Stabat Mater eftir G.B. Pergolesi er sonevndur páskatónleikur. Hann snýr seg um Mariu moy, ið syrgir undir krossinum.
Í skránni, sum konsertáhoyrararnir fáa, hevur Axel Tórgarð umsett tekstin til Føroyskt úr latíni