Til stevnuna í ár verður Eivind Frøen úr Noreg annar av høvuðstalarunum. Eivind, sum fleiri ferðir áður hevur vitjað í Føroyum, ferðast nógv mllum Skandinavia og Asia við felagsskapinum AsiaLink. Saman við honum kemur eisini Gordon Hickson úr Onglandi, sum eisini var til páskastevnuna í fjør. Hann hevur áður m. a. fyriskipað og luttikið í fleiri møtirøðum í Afrika saman við kenda týska trúboðaranum Reinhart Bonnke.
Boðskapurin um páskirnar verður boðaður út á evangeliskum møtum, bíbliutímum og á lovsongsmøtum. Ungdómurin fer eisini at skipa fyri serligum ungdómskvøldum - har ímillum eini konsert við kendum føroyskum sang- og tónleikabólkum. Fyri børnini verður eisini eitt serligt tiltak um páskirnar.
Tað er Meinigheitin í Hoyvík, ið skipar fyri stevnuni, sum verður í døgunum 20. til 24. apríl 2000 í Ítróttar- og Samkomuhøllini á Hálsi í Havn.










