Aftur í ár bjóðar Keldan til Páskastevnu, sum verður í Kelduni í døgunum 9. - 13. apríl. Keldan hevur í mong ár skipað fyri hesi stevnu - Stevnan í ár verður skipað við fleiri spennandi tiltøkum. M. a. kann nevnast, at hvørt kvøld er stórt stevnumøti, har orð Guðs verður boðað í anda og kraft. Eisini verða hildin seminar, morgunmøtir og serstøk barnamøtir og ungdómstiltøk, skrivar Keldan á heimasíðuni.
Skráin fyri páskastevnuna her hendan:
Skírisdag:
Kl. 18:00 Veitslumøti v/Hjørdis H. Petersen
kl. 21:00 Syngið Við - luttøka v/Oasubrøðrunum, teimum tilkomnu í Kelduni, og »húsaorkestrið í Kelduni«
Langa fríggjadag:
Kl. 10:30 Morgunmøti v/Jastrid og Paula Høj
Kl. 12:00 Seminar v/Jastrid og Paula Høj
Kl. 18:00 Veitslumøti v/André Matras
kl. 21:00 Konsert v/m.a. Heina Lützen, Torkil Mørkøre, Eyðun Jacobsen, Terje Vestergaard o.ø.
Leygardag:
Kl. 11:00 Business Lunch
Kl. 15:00 Familjumøti
Kl. 18:00 Veitslumøti v/Joakim Lundquist
Kl. 22:00 AWAKE XL v/Joakim Lundquist
Páskadag:
Kl. 10:30 Morgunmøti v/Rannvá og Hjørdis
Kl. 12:00 Seminar v/Joakim Lundquist
Kl. 18:00 Veitslumøti v/Joakim Lundquist
kl. 22:00 AWAKE XL v/Joakim Lundquist
2. Páskadag:
Kl. 10:30 Morgunmøti v/Joakim Lundquist
Kl. 12:00 Seminar v/Rúna Rasmussen
Kl. 18:00 Veitslumøti v/Paula Høj
Lesið meira á http://www.keldan.fo