Páskastevna til allan heimin

Hesar páskirnar skipaði samkoman Oasan fyri stevnu við fleiri útlendskum gestum.

Hoyvík: Umframt høvuðstalarin, Jerome Ocampo hevði samkoman eisini vitjan úr Bergen.

Á skránni vóru bæði morgun- og kvøldmøti, umframt ymisk tiltøk serliga ætlað familjum og ungdómi.

- Vit fingu ein uppbyggjandi og avbjóðandi boðskap, bæði frá høvuðstalaranum Jerome Ocampo og frá øðrum luttakarum, verður staðfest í samkomuni.

Nógv fólk kring alt landið vóru til páskastevnuna. Tey, sum á einhvønn hátt ikki kundu fara til møtini, høvdu kortini møguleika at fáa møtini við umvegis kristnu útvarpsrásina Lindina.

Tey skipaðu soleiðis fyri, at øll møtini vórðu send beinleiðis, soleiðis at fólk við útvarpslurtinum ella við telduna kundu vera við á møtunum.