Páskastevna á Skála

Missiónsarbeiðini í Eysturoynni skipa á fyrsta sinni fyri páskastevnu í Ítróttarhøllini á Skála Tá ið umboð fyri øll missións- og meinigheitshúsini í Eysturoynni vóru saman í september í fjør at leggja missiónsvikurnar til rættis, kom hugskotið fram at skipa fyri eini felags páskastevnu fyri alla oynna í eini ítróttarhøll.

Áður hevur verið vanligt, at páskastevna er í einum av størru missiónshúsunum í oynni uppá skift. Men í ár verður tað øðrvísi. Felags páskastevna verður nevniliga fyri alla Eysturoynna í Ítróttarhøllini á Skála.

Stevnan byrjar páskaaftan 11. apríl og heldur á til 2. páskadag 13. apríl. Tey staðbundnu missiónshúsini hava møti í sínum egna missiónshúsi skírisdag og langa fríggjadag, um tey ynskja tað, men einki tiltak er í missiónshúsunum frá leygardegi til 2. páskadag, tí tá fara øll á páskastevnuna í Ítróttarhøllini á Skála.

Evnið fyri páskastevnuna er tikið úr páskaboðskapinum. Tað er ?Hann er risin upp! (Matt 28,6)

Møti vera páskaaftan, páskadag og 2. páskadag klokkan 19. Talarar vera Hanus Simonsen, prestur, Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari og Heri Kjærbo, leiðari á Boðanardeildini hjá Heimamissiónini. Kórini, ið koma at virka við eru KFUM&K kórið, Bethaniakórið, Leirvíkskórið, Taborkórið, Effata og Rituvíkskórið.

Umframt møti, verður eisini spennandi ungdómstiltak páskakvøld kl. 22, og 2. páskadag verður stórt familjutiltak kl. 15, har Ann Mari Kjølbro talar, og barnakórini av Skála og Strondum og Gospelkids úr Fuglafirði syngja.