Páskastevnan, sum verður í døgunum 13. til 17. apríl byrjar við skrúðgongu skírishósdag kl. 18.
Áður hevur skrúð-gongan verið frá Vaglinum og niðan í Ítróttarhøllina á Hálsi. Men hesaferð verður hon í Hoyvík. Gingið verður frá ovasta buss-steðgiplássinum á Løg-mannabreyt og oman í OASUNA, har stevnan verður sett kl. 19.
Umframt kvøldmøtini verða eisini onnur møti. Allar halgidagarnar á páskum verða morgunmøti. Av serligum tiltøkum á stevnuni kann nevnast eitt familjumøti, ið verður páskadag, eitt ungdómstiltak við lovsongsløtu páskaaftan og sangmøti/syngið við møti páskakvøld.
Sum vanligt verður eisini hesaferð vitjan uttanífrá. Tað verða Wilson Goeda úr Suðurafrika, ið verður høvuðstalari. Eisini verður Eivind Frøen úr Noregi við.










