Páskastevna inni og kring allan heimin

Í gjár byrjaði páskastevnan sum samkoman Keldan í Skálafirði. Hetta er ikki fyrstu ferð at samkoman skipar fyri slíkum stevnum, men hetta er aðru ferð at hon verður í nýggja smakomubygningi teirra. Í longri tíð hava limirnir í samkomuni fyrireikað hesa stóru stevnuna, sum nú er farin av bakkastokki.

Umframt størri og smærri møtir eru eisini konsertir og onnur tiltøk fyri allar aldursbólkar, og beinleiðis fyri kvinnur og menn.

Tað serstaka við hesum møtunum er at fólk sjálvandi hava møguleika at fara inn í Kelduna. Men tey sum ikki hava henda møguleika kunnu eisini verða við í hesum.

Samstarv er nevniliga fingið við útvarpsstøðina Lindin, sum hevur átikið sær at senda beinleiðis frá nøkrum av tiltøkunum á stevnuni. Á henda hátt hava fólk kring alt landið og kring allan heimin í roynd og veru møguleika at ?verða? á møti saman við øllum hinum.

Møtið í gjárkvøldið varð sent beinleiðis og verður tað sent aftur um eina løtu - t.v.s. kl. 10 í morgun, har annar høvuðstalarin Stephan Christiansen talaði og unga norska songkvinnan Lisa Børud og onnur úr Kelduni syngja.

Møti verður aftur sent beinleiðis í kvøld kl. 18, tá kona Stephan, Anne talar og síðani kl. 22 tá eitt serstakt ?Syngið-við? tiltak er á skránni. Við hetta tiltakið luttaka m.a. Heini Lutzen og sangbólkurin Vitin.