Brøðrasamkomurnar í Eysturoynni skipa á hvørjum ári fyri samfelagsstevnu á páskum – annaðhvørt ár í Fuglafirði/Kambsdali og annaðhvørt ár í Runavík.
Hesaferð eru møtini í Siloa í Fuglafirði og í ítróttarhøllini á Kambsdali, og tað eru samkomurnar í Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði, sum skipa fyri. Byrjað verður í Siloa skírisdag kl. 18 við uppbyggingarmøti, og hildið verður fram langafríggjadag kl. 18 við uppbyggingarmøti, og kl. 21 verður ungdómsmøti.
Páskaaftan verður so farið út í ítróttarhøllina á Kambsdali, har ein evangelisk sangløta verður kl. 19. Her verður serligur dentur lagdur á sang, og evangeliskur boðskapur verður borin fram. Fleiri bólkar og einstaklingar fara at syngja, m.o. Vitin, Siloakórið, Kristina Bærendsen og Durita Mohr Jacobsen. Kl. 21 verður so hildið fram við ungdómsmøti.
Páskadag verður møti við breyðbróting í ítróttarhøllini kl. 11, og samstundis verður skipað fyri sunnudagsskúla í auluni á studentaskúlanum. Kl. 16 verður familjumøti. Eftir tað møtið verður nátturði til øll, og hildið verður so fram við evangeliskum møti kl 18. Hesin dagurin endar eisini við einum ungdómsmøti, sum byrjar kl. 21.
Annan páskadag endar stevnan við evangeliskum møti í ítróttarhøllini, og tað byrjar kl. 17.
Lýst verður nærri í bløðunum seinni, men fyrireikararnir siga, at evnið á ungdómsmøtunum verður: “Hví er Bíblian framvegis viðkomandi á okkara døgum?”










