Páskasølan hjá Stíggi verður hósdagin

Verkhúsið Stíggjur í Saltangará hevur árligu páskasøluna hósdagin. Seldir verða lutir, sum arbeiðsfólkið á Stíggi hevur gjørt


 

Dagtilhald

Saltangará: Verkhúsið Stíggjur á Høgabóli fer at hava útsølu hósdagin 5. apríl frá klokkan 13.oo til 17.oo. Tá fara tey at selja lutir, arbeiðsfólkið hevur gjørt nú í vár.

Tey sita so hugagóð og mála ella draga perlur upp á tráð. Onkur av starvsfólkunum er hjá teimum og roynir at leggja lag á, tá ikki alt gongur eftir vild.

Men lagið er gott. Onkur syngur, meðan onnur eru eitt sindur forvitin at frætta, hvør hesin nú er, sum er komin við myndatólinum inn á gólvið. Onkur er sum veit, at hetta er blaðmaður á Sosialinum, og so fái eg heilsu við til onkran starvsfelaga, sum tey hava hitt fyrr.

Úti á snikkaraverkstaðnum eru teir í gongd við at smíða sengur. Dukkusengur eru tað, teir gera. Onkur situr og málar, áðrenn tær vera settar saman. Endar og síður eru sagað til.

Yviri í einum króki stendur Kristian og leggur seinastu hond á samansettu sengurnar. Hann borar smá hol niður í stólparnar fyri tøppunum, sum skulu prýða hesar fittu dukkusengurnar.

Tá hann er liðugur, verða tær stáplaðar hvør oman á aðra, og hann stendur sera fegin og skoðar úrslitið.

Vit fara innaftur, har Poulina Johannesen, leiðari á Stíggi, greiðir frá, at tað, sum nú verður selt, alt frá páskaharum og eggum yvir silkimáling til hillar og dukkusengur. Eisini verður kaffi, te og saft við onkrum afturvið at fáa hendan dagin.

Annars er altíð opið, tá fólk eru til arbeiðis á Stíggi. So tann, sum hug hevur, kann altíð støkka inn á gólvið at vita, um okkurt forkunnugt er til sølu í handlinum.

Tey eru umleið 20 arbeiðsfólk á Stíggi dagliga. Tey koma úr allari Eysturoynni at kalla, hóast fleiri búgva á bústovni í Runavík.

Vanligt er eisini, at tey gera onkrar útferðir um summarið. Og í ár verður tað eftir ætlan ikki bara nøkur hissini ferð soleiðis. Nei, nú fara nøkur teirra ein túr til Cypern at ferðast saman við starvsfólki á stovninum.