Páskahátíðin og egg hava í fleiri hundrað ár verið knýtt hvørt at øðrum.
Men hvør er orsøkin?
Tí ilt er at finna samband millum Jesu deyða og uppreisn, og páskareggini.
Lene Halskov Larsen, Dansk Folkemindesamling under Det Kongelige Bibliotek, sigur við Ekstrablaðið, at siðurin við eggum um páskirnar stavar úr Týsklandi.
Í 1100 talinum vælsignaðu týskir prestar egg, sum kirkjuliðið kom við. Eggið hevur í kirkjuni verið tekin um Jesu uppreisn.
Ungin, ið brýtur seg út úr egginum, hevur verið nýttur sum mynd um uppreisn og eggið sum ímynd av lívi og lívsmegi.
Torførari er kanska at finna útav, hví vit mála eggini. Hetta hevur verið gjørt í mong hundrað ár, og fyrsta dokumenteraða kelda er Leonora Christina, sum málaði eitt egg til ein deyðadømdan fanga, sum hon sat í fangatippi við, í árinum 1667.









