Páskakonsertir við Kamarkórinum

Páskakonsertir við Kamarkórinum, strúkarum, urgu og solistum, verður á Toftum og í Havn komandi dagarnar. Tann fyrra verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum, Langa Fríggjadag kl. 16:00, og hin seinna verður í Vesturkirkjuni í Havn, leygardagin 23. apríl kl. 17:00.

 

Høvuðsverkið á konsertunum er Requiem hjá franska tónaskaldinum Gabriel Fauré (1845-1924). Hetta er kórverk í sjey pørtum, við solistum, urgu og strúkarum.

 

Sjálvur segði Fauré um hetta helst kendasta verk sítt: ?Tað sigst at mítt Requiem einki sigur um deyðsótta, og onkur hevur rópt tað eina deyðans vøgguvísu. Men soleiðis síggi eg deyðan: ein eydnurík bjarging, ein stundan móti eydnuni omanfyri, heldur enn ein pínufull uppliving?.

 

Tvey onnur kórverk eru eisini á skránni.

 

Tey eru Cantique de Jean Racine, Op. 11, eisini eftir Fauré, og Hear my Prayer hjá Felix Mendelsohn Bartholdy (1809-1847).

Til hesar konsertirnar hevur kórleiðarin, Bernharður Wilkinson, savnað eitt strúkiorkestur við níggju strúkarum. Leif Hansen leikar á urgu, og solistar eru Anne Mette Greve Klemensen, Arina Bischoff, Urd Johannesen og Herfinnur Árnafjall.

 

Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.