Páskaferð til Ísrael

Í døgunum, 17.-30. mars komandi ár, verður skipað fyri føroyskum páskatúri til Ísraels, har fleiri av teimum kendu bíbilsku støðunum verða vitjað

Ísraelsferð

Ísraelstúrurin er fyri øll, sum eru 17 ár og eldri, og ferðaleiðarar verða Frants Jensen og Kristian Martin Petersen.
Prísurin fyri ferðina liggur millum 12.500 og slakar 13.000 krónur fyri hvønn. Íroknað prísin er ferðingin báðar vegir, uppihald á góðum hotelli, allar útferðir, sum eru fevndar av skránni og hálv pensjón í mati.
Seinasta freist at tekna seg er sett til mánadagin, 10. januar 2005, og tekningin fer fram hjá ferðaleiðarunum.
Ein páskatúrur til heilaga landið er nakað serstakt.
Frants Jensen og Kristian Martin Petersen siga, at ferðalagið fyrst fer at vitja í nútímans býnum, Tel Aviv. Síðan verður koyrt norðureftir til Haifa og haðani til vakra og várgrøna økið við Genesaretvatnið, har Jesus var virkin og gjørdi fleiri av undrunum.
- Skírisdag verður farið niðan til Jerusalem, har vitjað verður á fleiri av teimum støðum, sum hava samband við tær fyrstu kristnu páskirnar.
Ferðaleiðararnir siga, at ætlanin er eisini at hitta kristnar palestinar á ferðini og hoyra um teirra viðurskifti í landinum.