So var nýggja páskabryggið hjá Restorff´s á gøtuni, eina viku seinni enn kappingarneytin Føroya Bjór. Nógv fólk varð boðið at smakka nýggja bjórið, sum er ein spildurnýggj blanding.
At døma um smakkin vóru nakrir kokkar komnir á gátt. Íslendingurin Guðmundur Guðmundsson var bilsin av nýggju ølini og helt, at hon var avbera góð.
? Hon hevur ein góðan smakk. Hon er livandi, tí hon skúmar leingi og doyr ikki, sum aðrar øl ofta gera, sigur hann.
Kokkurin metir, at hetta nýggja slagið er væl egnað afturvið mati, ið er sterkt kryddaður.
Hann heldur, at hetta páskabryggið er betri enn danskt páskabryggj, tí styrkin er betri. Hendan er ikki so søt sum tær donsku, ið mangan hava ov søtan smakk.
Eigararnir eru eisini nøgdir við nýggju blandingina, sum teir halda hevur ein einfaldan men tjúkkan smakk.