Sum vanligt hevur verið undanfarnu ár verður páskakapping í bridge í Bridgehúsinum í Havn 2. páskadag.
Allir bridgespælarar kunnu luttaka, og ikki er neyðugt at tekna seg frammanundan. Tað er bara at møta.
Kappingin byrjar kl. 15.
Tað er Bridgehúsið, sum skipar fyri kappingini.