Páska Camp hondbóltsskúli í Vági

VB og Ítróttaháskúlin skipa spennandi hondbóltsskúla Páska Camp í døgunum 26. til 28. mars 2018.

VB og Ítróttaháskúlin í Suðuroy leggja nógva orku í at skapa eitt spennandi og mennandi hóndbólts-umhvørvið í Suðuroynni, og sum liður í hesum verður hondbóltsskúlin Páska Camp í døgunum 26. til 28. mars 2018.

 

 

Á skránni er m.a. venjing av ymsum slag, fyrilestrar og adventure upplivingar. Undirvísarar eru Rasmus Stensgaard, Gurið K. Augustinussen, Gudmundur Joensen og Øssur Eiriksfoss.

 

 

Nærri sæst um tiltakið her: http://sudurras.fo/?cat=1