Púra steindeytt í býnum í nátt

Tað hevur verið ómetaliga lítið fólk í býnum í nátt. Løgreglan sigur, at helst hava fólk meststum ligið veðurføst við hús í tí ringa veðrinum. Og tey fáu, sum kortini høvdu hættað sær í býin, fóru skjót í ein bil, tá ið skeinkistøðini lukkaðu.

 

Men tann eini maður fór kortini ikki til hús, men fór inn í móttøkuna á einum hotelli, har hann legði seg í eina sofu at sova. Og hann var ikki til at vika, hóast hann varð biðin um at fara, og so mátti løgreglan eftir honum.  

 

Løgreglan sigur, at ein bilførari varð tikin í Havn fyri at koyra við kenning. Annars vórðu tveir bilførarar eisini tiknir fyri at koyra alt ov skjótt í Eysturoy. Annar koyrdi 108 kilometrar um tíman har tað var loyvt at koyra 80 og hin koyrdi 105. Teir fáa báðir bót, men harafturat fáa teir eisini klipp í koyrikortið.