Púra opið í Vestmanna

Talan verður óivað um eina stúgvandi fulla høll í Vestmanna í kvøld, tá ið VÍF og Kyndil bresta saman í seinnu hálvfinaluni.

Lagt er upp til eitt ordans brak av einari hálvfinalu, tá ið arvafíggindarnir báðir og risarnir i føroyskum manshondbólti, VÍF og Kyndil, í kvøld skulu gera av, hvat av liðunum skal verða við í steypafinaluni, sum verður 5. februar.

Vestmenningar lítlan fyrimun
Tann fyrra hálvfinalan í Havn endaði við einum teprum sigri til VÍF upp á eitt mál, og tí hava teir ein evarska lítlan fyrimun í kvøld, men hann er einki at tosa um.
Vestmenningarnir eru óivað ógvuliga uppsettir upp á at vísa sínum viðhaldsfólkum, at ósigurin fyri KÍF sunnudagin var ein svipsari, og tað er einki at ivast í, at um VÍF í kvøld vinnur sær pláss í steypafinaluni, so fara áskoðararnir at fyrigeva teimum ósigurin móti KÍF.
Hinvegin er spurningurin eisini, hvørja ávirkan tað hevur á moralin hjá VÍF, at teir taptu greitt sunnudagin. Verður tað ein eyka motivatiónsfaktorur hjá teimum, ella verður tað hinvegin ein bági, sum fer at geva teimum eitt sindur fleiri nervar undan dystinum í kvøld. Tað er ein styrkur fyri vestmenningar, at bæði Eli Müller og Daniel Rapa nú eru aftur á liðnum, eftir at teir báðir tveir hava verið uttan fyri í drúgva tíð við skaða.
Kyndlaliðið tykist verða væl fyri í løtuni. Gamaní stóð tað nógv á hjá teimum, áðrenn teir fyri góðari viku síðani fingu tryggjað sær bæði stigini móti KÍF, men sunnudagin vunnu teir ein tryggan sigur á H71, sum teir annars mangan áður hava havt stórar trupulleikar av.
Í fyrru hálvfinaluni vóru hvørki Janus Einar Sørensen ella Høgni Klein við hjá Kyndli, men teir verða báðir við í kvøld, og teir styrkja munandi um liðið hjá havnarmonnunum. Janus Einar var leikbannaður í tí dystinum, meðan Høgni hevur verið skaddur í eitt styttri tíðarskeið, og hóast hann ikki er heilt frískur í fótinum enn, so verður hann við í kvøld. Sunnudagin var hann við eina løtu móti hoyvíkingum, og tá fekk hann fimm mál.