Neistin-VB 26-26 (15-10)
LAgt var upp til ein spennandi dyst, tá Neistin tók ímóti VB í fyrra hálvfinaludystinum í Sunset-kappingini. Neistin hevur havt gott tamarhald á VB hetta kappingarárið, men síðstu dystirnar eru úrslitini hjá VB blivin betur og betur.
Fyrsta løtuna av dystinum var tó líkt til, at Neistin enn einaferð fór at renna frá VB. Tær fingu eina dreymabyrjan, og komu á odda 3-0 mest sum alt fyri eitt. VB vísti seg at hava stórar trupulleikar at fáa mál, og ikki fyrrenn í 7. minutti fekk VB sítt fyrsta mál. Neistin hevði tó enn fult tamarhald á dystinum, og sum fyrri hálvleikur leið, vaks munurin bara ímillum liðini. Eitt skifti var Neistin á odda 11-5, men móti endanum av hálvleikinum var VB heldur betri við. Tær fingu minka nakað um munin, soleiðis at munurin í steðginum var fimm mál.
Hevði Neistin verið betri í fyrra hálvleiki, so var vent í holuni í seinna. Nú var tað VB, sum fleyg avstað fyrstu løtuna, og tá góðir 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, hevði VB aftur skapt javnvág í. VB megnaði eisini at leggja seg á odda við tveimum málum, men so tóktist Neistin rakna við. Tær komu upp á javnleik, og síðstu løtuna gekk aftur javnt á. Endin var, at dysturin endaði við javnleiki, so nú er alt púra opið undan seinnu hálvfinaluni, su mverður í Vági næsta vikuskiftið.
Besti málskjútti hjá Neistanum var Nicoleta R. Hansen við 9 málum, meðan Daiva Tuomaite og Gurið Mortensen fingu 6 mál fyri VB.