Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður
Ein einføld umprioritering á almenna budgettinum loysir sjálvskapta trupulleikan hjá ABC-samgonguni, sum ikki kann forsvara at knokkroyta pensionistar. Lat Uttanríkisráðið spara pengarnar í staðin. So er trupulleikin úti av verðini.
Politiski sjónleikurin, ið verður spældur í Føroyum í løtuni, er ikki til at halda út at hyggja at.
Hetta, at pensionistar skulu knokkroytast, tí ABC-samgongan ikki dugur at prioritera á almenna budgettinum, er fullkomiliga burturvið og eigur ikki at koma fyri.
Allir ABC-flokkarnir fóru til val upp á at fjálga um bleytu virðini, og tí kann ongin av flokkunum í samgonguni leggja navn til tað, sum fer fram í hesum døgum.
Lat Uttanríkisráðið bera sparingina
Tí fari eg at skjóta upp fyri leiðsluni í ABC-samgonguni, at ein einføld umprioritering verður gjørd.
Í øllum sínum einfaldni ber uppskotið í sær, at pengarnir, sum eru í uppskoti at taka inn frá pensionistum, í staðin verða spardir hjá Uttanríkisráðnum.
So er trupulleikin loystur.
Uttanríkisráðið hevur lítið og onki av úrslitum at vísa á, hóast játtanin er munandi hækkað, og hóast hon meira ella minni fer til at spæla sær við.
Fremja umfatandi broytingar nú
Samgongan eigur ikki at steðga har. Í løtuni fossa pengar úr landskassanum, og tí má ABC-samgongan taka sær um reiggj og fremja veruligar og varandi broytingar.
Vit skulu hava búskaparligan stabilitet, og hann fæst, um Tingið og Landsstýrið fokusera á at skapa fleiri inntøkur, samstundis sum útreiðslurnar verða skerdar, og neyðugar broytingar verða gjørdar í okkara samfelag.
Uppskriftin er góður sambandspolitikkur, royndur í verkið og sum byggir á sunna fornuft.
Orðatakið sigur, at “frá høvdinum skal tú hvalin skera”. Tað ber í sær, at vit skulu bera okkum at við skili, taka tað frá røttum enda, hóast vit nú hava stóran skund.
10 ítøkilig tiltøk
Okkara leistur er, at vit skulu hava meira fyri minni, og her eru 10 tiltøk, ið eiga at verða framd sum skjótast:
1. Niður í seks aðalráð
Landsstýrið skal vísa vegin við at spara og rationalisera á teimum røttu støðunum. Trý aðalráð skulu skerast burtur, umsitingin skal trimmast, og broytingarnar í málsøkjum kunnu t.d. verða hesar:
• Løgmaður yvirtekur málsøkini hjá landsstýrismanninum við uttanríkismálum, hvørs aðalráð verður niðurlagt
• Vinnu- og fiskivinnumál verða løgd saman undir einum aðalráð
• Innlendismál og heilsumál fara saman í eitt aðalráð
2. Ítøkilig ætlan skal minka hallið
Landsstýrið skal fylgja tilráðingini frá Búskaparráðnum um at leggja eina miðvísa ætlan við ítøkiligum málum fyri, hvussu almenna hallið skal fáast burtur eftir fáum árum.
3. Ríkisveitingin skal tiðnast
Fastfrystingin av Ríkisveitingini skal halda uppat. Tað gevur her og nú atgongd til pengar, ið Føroyar sum ríkispartur hava rætt til.
4. Yvirtøkusteðgur
Allar yvirtøkur – eisini tær sonevnt “útreiðsluneutralu” – skulu steðga. Allar yvirtøkur 10 ár aftur í tíðina skulu kannast og fáast at virka.
5. Veruligur Europapolitikkur á dagsskrá
Á uttanlandsøkinum skal løgmaður tryggja, at Føroyar reka ein veruligan Europapolitikk uttan misskilta EFTA-leistin. Vit skulu vita ítøkiliga, hvørjar treytir eru fyri, at Føroyar kunnu gerast partur av Europasamveldinum. Slepst væl inn um ES-garðin, fáa okkara fyritøkur nýggjar møguleikar at vinna pening heim til Føroya.
6. Gransking skal geva meira uppisjóvarfisk
Havstovan skal fáa til uppgávu at prógva vísindaliga, um uppisjóvarfiskur – sild, makrelur og svartkjaftur – etur seg feitan á føroyskum havøki. Vísindaliga prógvið skal brúkast í fiskivinnusamráðingum og vinna okkum størri part og inntøkur av uppsjóvarfiskinum.
7. Nýggj fiskivinnustrategi
Nógvir møguleikar eru at vinna meira pening í fiskivinnuni. Landsstýrið skal tryggja eina nýggja strategi bæði fyri fjar- og nærleiðir, sum eisini tilførur fiskivinnuni á landi rávøru. Mál skal setast fyri, hvussu vit gagnnýta fiskastovnar, reka fiskivinnu og verja okkara rætt.
8. Kommunur leggjast saman
Nú er nokk tosað. Kommunur, ið ikki sjálvar fara upp í størri kommunalar eindir, skulu við lóg leggjast saman við øðrum.. Stóru eindirnar skulu gerast uppaftur størri. Neyvan eiga kommunurnar at vera fleiri enn fimm í tali. Landið skal skipast í kraftdeplar, ið geva effektivar synergiir, ikki minst fíggjarliga.
9. Eitt sjúkrahús til øll
Øll trý sjúkrahúsini í Føroyum skulu undir ein og sama hatt. Síðani skulu tey rationaliserast og trimmast, og allar óneyðugar og dýrkandi dupultfunktiónir skulu skerast burtur.
10. Undirvísing í kraftdeplar
Alt undirvísingarverkið skal miðsavnast og leggjast í kraftdeplar, har tað ber í sær, at útreiðslurnar fella, samstundis sum lærarakreftir verða betur brúktar, og lærustøðið hækkar.
Reka veruligan politikk
Yvirlitið omanfyri vísir, at ABC-landsstýrið hevur góðar møguleikar at fremja effektivar broytingar, ið kunnu vera við til at venda gondini, so samfelagið fær størri inntøkur, og búskapurin gerst meira burðardyggur og haldførur.
Vit síggja í hesum døgum, at húsarhaldini gera alt tað, tey eru ment, fyri at fáa fíggjaligu endarnar at røkka saman. Tað er eisini sjónligt, at privatar fyritøkur stríðast fyri at yvirliva.
Landsstýrið kann ikki loyva sær at halda fram, sum um onki er hent ella broytt. Farast skal ígjøgnum alt samfelagið og tann almenna geiran. Her skal rationaliserast, sparast og trimmast.
Summi halda, at einasta tilveruorsøk hjá Landsstýrinum er at fáa búskaparligt og fíggjarligt skil á hetta landið. Tey hava rætt.
Men lat pensionistarnar hava frið!