SAMANLEGGING
Bygdarráðið í Kirkjubø og býráðið í Havn vóru bæði púra samd um at taka undir við einari samanlegging millum Tórshavn og Kirkjubø.
-Hetta er ein púra natúrlig gongd. Geografiskt er hetta upplagt, soleiðis at alt Suðurstreymoy er savnað í eina kommunu. Samstundis er hetta eisini upplagt, tá hugt verður eftir, hvørjar uppgávur kommunurnar fáa í framtíðini, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn.
Tosað hevur verið um, at hetta minnir um ein handil, har Tórshavn fær lendi fyri ein barnagarð. Men borgarstjórin vísir hesum prátinum aftur.
-Vit mugu ikki tosa um hetta sum keyp og søla. Hetta er ein púra natúrlig gongd, sum gagnar øllum pørtum.
Men fólk í Kirkjubøar kommuna fáa ein nýggjan barnagarð innan leingi.
-Vit hava sett okkum sum mál at nøkta barnaansingartørvin í hesum valskeiðinum, og hetta skal eisini galda fyri Velbastað og Kirkjubø, sigur Jan Christiansen.
Ein barnagarður og vøggustova til umleið 60 børn skal byggjast. Pláss skal eisini vera fyri einari rørsluhøll, sum samstundis kann fara bygdarhús. Og Jan Christiansen sigur, at hetta eru bygdir og ikki býlingar.
Eisini skulu aðrar íløgur gerast í Kirkjubøar kommunu í næstum. Umstøðurnar skulu vera líka fyri øll í Tórshavnar kommunu, sigur Jan Christiansen, og hetta er sjálvsagt eisini galdandi vestanfyri, sigur hann. Hetta merkir millum annað, at munandi ábøtur verða gjørdur við vatnveitingarnar í Kirkjubø og á Velbastað.
Fíggjarliga heldur Jan Christiansen ikki, at Tórshavnar kommuna stendur verri í tí orsakað av samanleggingini.
-Kirkjubøar kommuna er ikki illa fyri. Hon skyldar minni enn eina álíkning og hevur góðar skattgjaldarar, sigur Jan Christiansen.
Íløguloftið hjá Tórshavnar kommunu hækkar tilsvarandi við umleið 900.000 kr. eftir samanleggingina.