Púra nýtt fyri mær

Tá vit ringdu til Petur Splidt, stjóra í Auto, gjørdist hann ikki sørt bilsin, tá vit greiddu honum frá at Visa Elektron ikki kann nýtast um náttina. – Hatta visti eg ikki, sigur bilstjórin, tá vit greiða honum frá støðuni

Síðan 24. november hevur ikki verið gjørligt at nýta Visa Elektron um náttina. Nakrir av teimum, ið hava stórst nýtslu av hesum kortunum um náttina, eru hýruvognsførarar. Serliga verður tað nógv brúkt í vikuskiftunum, tá nógv ung fólk eru í býnum. Men tá vit ringdu til Petur Splidt, stjóra í Auto, at spyrja, hvussu teir hava merkt hesa broytingina, visti hann av ongum.

- Hatta visti eg als ikki av. Tað ljóðar mær eitt sindur undarligt, at vit ikki hava fingið nakra fráboðan um at Visa Elektron ikki kann nýtast um náttina longur. Vit hava 34 terminalar, ið allir kunnu taka Visa Elektron, og eg vildi bara hildið at mann fekk okkurt at vita, tá ein slík broyting verður gjørd, sigur Petur Splidt.

Sambært stjóranum hava teir ikki havt stórvegis trupulleikar av hesum enn, men kemst tað nokk av at fólk sum oftast hava somikið av leysum á sær, at tey fáa goldið kontant, tá kortið ikki riggar.

- Men eisini hava okkara bilførarar verið rættiliga stórsinnaðir og latið fólkum eina rokning, soleiðs at tey kunnu koma oman í Auto dagin eftir at gjalda, um kortið ikki riggaði og tey einki leyst høvdu á sær. Kanska tí hava vit ikki havt nakað serligt tap av tí enn, greiðir Petur Splidt frá.