Púra javnt við Løkin

Hagtøl

Skal metast eftir hagtølunum, so verður mest spennandi uppgerðin leygardagin tann við Løkin, har KÍ vitjar NSÍ. Hagtølini fyri dystin siga í øllum førum, at her hevur staðið at kalla á jøvnum millum NSÍ og KÍ seinastu tíggju árini. Av níggju dystum hava liðini vunnu hvør sínar fýra, meðan ein dystur er endaður við javnleiki. Og málmunurin er so javnur sum 13-12.
Sæð burtur frá Skála-B36, so benda hagtølin í hinum dystunum annars á greiðar heimasigrar. Ikki minst í Gøtu, har GÍ fleiri ferðir hevur vunnið stórt á EB/Streymi, tó at dysturin í fjør endaði við javnleiki.
Men tað verða so neyvan hagtølini, sum fara at avgera dystirnar. Stuttlig kunnu tey kortini vera, og talvan sýnir so, hvussu tað hevur tørnað út, tá mótstøðuliðini leygardagin hava hitst í bestu deildini seinastu tíggju árini.