Tað er púra javnt í oddanum av næstbestu deildini. AB, 07 Vestur og VB/Sumba hava øll 37 stig, nú 16. umfør varð avgreitt í gjár. Hesi liðini fáa lítla kapping frá teimum seks eykaliðunum í deildini, og tað kann væntast, at TB kann fáa avgerandi leiklut í oddastríðnum.
Leikdagurin í gjár var tó aftur dømi um, at næstbestu liðini kunnu hóttu tey stóru í deildini. AB vann við bit og slit í Runavík, meðan 07 Vestur noyddust stigaleysir heim úr Leirvík.
AB bjóðar av
Argjamenn hava seinastu vikurnar otað seg nærri oddanum, og í gjár var seinasta takið tikið fyri at røkka ovasta tindinum. Við sigursmálið í seinastu løtu tryggaði AB sær øll stigini, tá teir vitjaðu hjá teimum næstbestu í Runavík. Tað var somuleiðis fimtu ferð upp í slag, at niðurflytararnir fingu fult.
Allan Mørkøre, venjari, hevur fyrr á árinum skýrt unga Trónd Sigurðsson at vera ein hin vandamiklasti framherjin í føroyskum fótbólti. Tað prógvaði Sigurðsson, sum hevur sín upprunað í HB, aftur í gjár. NSÍ var á odda, tá tveir minuttir restaðu av dystinum. Við sínum seinna máli í dystinum fekk hann javnvág í, áðrenn Rói Danielsen stútaði sigursmálið í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Málini hjá NSÍ stóðu Klæmint A. Olsen og Dejan Stoikovic fyri.
Skráin hjá AB í seinastu hevur ljóða á trý eykalið. Komandi vikurnar bíða næstbestu liðini hjá B68, KÍ og EB/Streymi, og tað er krav hjá argjamonnum, at teir fáa fult í øllum dystunum.
Taptu óvæntað
07 Vestur vann sær tíðliga á kappingarárinum pláss millum fremstu liðini. Men frálíka gongdin, har liðið var ósigrað í seinastu átta dystunum, fekk ein óvæntaðan enda í gjár. Vágamenn fingu einki við sær úr Leirvík.
Uppflytararnir úr Víkingi hava higartil staðið seg best av eykaliðunum í næstbestu deildini. Gestirnir vóru tí væl vitandi um, at talan ikki gjørdist um lætta uppgávu. Per Jacobsen fekk eftir hálvum tíma skumpað bóltin seinasta pettið um málstrikuna. Løtu seinni stútaði miðvallarin Gunnar Haraldsen hjá vágamonnum í málið eftir hornaspark. Sigursmálið kom í fyrsta minuttinum eftir hvíldina, tá Bárður Hansen var ótrýstur í brotsteiginum, tá hann sendi framvið málverjanum. 07 Vestur royndi at trýsta seinastu løtuna, men uttan at gera stórvegis burturúr.
Javnt í Gundadali
B68 stríðist í løtuni fyri sætinum í bæði bestu og næstbestu deildini. Súni Fríði Barbá er venjari hjá eykaliðnum, og málrevurin tryggjaði sínum monnum eitt stig í Gundadali í gjár. Veteranurin og leikandi venjarin stóð fyri útjavnandi málinum ímóti HB, sum varð skotið í seinna hálvleiki.
Heimaliðið var á odda í hálvleikinum við máli, sum unglingaspælarin Torkil Kollsker skoraði.
Bæði HB og B68 hava sera torførar uppgávur um vikuskiftið. Teir reyðu og svørtu vitja í Vágunum, har 07 Vestur tekur ímóti, meðan toftamenn vitja á Argjum.
Málleyst
EB/Streymur hevur lagt rygg til fleiri stórtap í hesum kappingarárinum. Liðið er eisini botnproppur í deildini, og ein sigur hevði verið kærkomin, tá teir í gjár vitjaðu KÍ, sum liggur á áttanda plássinum. Hóast bæði liðini høvdu møguleika at avgera dystin, so kom einki mál í Klaksvík.
-----
ÚRSLIT Í 1. DEILD:
NSÍ – AB 2-3 (0-1)
0-1: Tróndur Sigurðsson
1-1: Klæmint A. Olsen
2-1: Dejan Stoikovic
2-2: Tróndur Sigurðsson
2-3: Rói Danielsen
Víkingur – 07 Vestur 2-1 (1-1
1-0: Per Jacobsen
1-1: Gunnar Haraldsen
2-1: Bárður Hansen
HB – B68 1-1 (1-0)
1-0: Torkil Kollsker
1-1: Súni Fríði Barbá
KÍ – EB/Streymur 0-0
VB/Sumba og TB spældu fimta dystin undan summarsteðginum. Tann dystin vann VB/Sumba við 1-0.
------
Komandi umfar, leygardagin 9. august:
AB – B68
KÍ – TB
07 Vestur – HB
Víkingur – NSÍ
EB/Streymur – VB/Sumba
------