Tað var væntandi, at tað fór at verða javnt millum teir tríggjar flokkarnar á írska tjóðartingsvalinum.
Og tað skal valdast, vísir fyrsta kanningin á valstøðunum, eftir at valhølini lótu aftur klokkan 22.
Tað skrivar Reuters.
Soleiðis stendur á jøvnum millum stjórnarflokkarnar – mið-høgraflokkin Fine Gael – hin stóra mið-høgra flokkin – Fianna Fail – og vinstatjóðarskaparliga flokkin Sinn Fein.
Sambært kanningunum á valstøðunum liggur Fine Gael soleiðis til at fáa 22,4 prosent av atkvøðunum, Sinn Fein 22,3 og Fianna Fail 22,2 prosent.
/ritzau/