»Pør« fara nú hvør til sítt

Svarti skemtileikurin “Pør”, sum Klakvíkar Sjónleikarafelag spælir í Spaniastovu, verður í kvøld og í annaðkvøld spældur fyri seinastu ferð. Tilsamans hava sýningarnar verið yvir 20 í tali, so nógv fólk hava nýtt høvið til at síggja leikin, sum hevur verið spældur síðani síðst í september.

Í kvøld klokkan 20 og í annaðkvøld klokkan 19 verður so seinasta høvi at síggja leikin, sum er bæði beinrakin og viðkomandi. Alt gongur fyri seg í enskum pubbumhvørvi, sum Spaniastova klæðir sera væl, og øll kunnu fáa nakað burturúr, tí flestøll munnu kenna sjálvan ella onnur aftur í beinraknu leiklutunum.

Høvuðsleiklutirnar hava Astrið Gullborgardóttir og Jan Gardar, og hini eru so Jógvan E. Ósá, Adelborg Linklett, Jógvan Brim Joensen, Jórun Ljósstein, Hans Hjalti Skaale, Eliana Svøðstein, Høgni Olsen, Erla Jacobsen, Karl Martin Poulsen, Karola Lydersen og Kristian D. Heinesen.

Íslendski leikstjórin, Saga Jónsdóttir, ið tríggjar ferðir fyrr hevur lagt teimum lag á í Klaksvíkar Sjónleikarafelag, hevur eisini verið leikstjóri hesa ferð, og hon kennir leikin út og inn, tí sjálv hevur hon sum sjónleikari verið á palli við honum ikki færri enn 130 ferðir!