Týska løgreglan skuldsetir nú ein danskan mann fyri dráp í sambandi við tilburðin, tá báðar døtur hansara vórðu funnar deyðar í einum uppkolaðum bili nærhendis Berlin tann 12. august.
Kanningar hjá løgregluni hava staðfest, at genturnar vóru doyvdar við sovitablettum, áðrenn eldurin kyknaði. Tað sigur statsadvokaturin Tom Köpping hjá ákæruvaldinum í Potzdam við tíðindastovuna Ritzau.
-Pápin er ikki ein fríur maður longur. So skjótt hann verður útskrivaður av sjúkrahúsinum, verður hann settur í varðhald, sigur Tom Köpping. Hann leggur afturat, at løgreglan er á varðhaldi á sjúkrahúsinum.
Sum skilst hevur pápin noktað seg sekan í drápi. Hann sigur, at talan var um eina vanlukku.










