Síðani seinasta hósdag hevur løgreglan í enska býnum Shrewsbury leitað eftir trimum børnum og pápa teirra, og í dag vórðu øll fýra funnin deyð nærhendis býnum.
Blaðið Birmingham Mail skrivar á síni heimasíðu, at børnini, sum vóru 12, 10 og 6 ára gomul, vóru deyð av knívsstungu.
Líkið av pápanum varð funnið niðan fyri ein hamara stutt frá staðnum, har børnini lógu. Hann er eftir øllum at døma dottin av hamarinum, ella hevur hann beint fyri sær við at leypa útav.