Nøkur full fólk hava verið á løgreglustøðini í Havn og sovið sær rúsin av um tað langa vikuskiftið. Umframt tað lá ein persónur avdottin í Leirvík, men hann svav ikki á løgreglustøðini, tí pápi hansara koyrdi hann heim.
Ein persónur varð tikin fyri rúsdrekkakoyring í Klaksvík um vikuskiftið. Persónurin rendi á, og tá løgreglan kom á staðið, varð hann kannaður fyri rúsdrekka. Tá vísti tað seg, at promillan var hægri enn 0,5.
-hkm








