Pápin fer ikki í rættin

Jens Breivik, sum er pápi hópdrápsmannin Anders Behring Breivik, hevur sýtt fyri at lata norsku løgregluna avhoyra seg í sambandi við rættarmálið ímóti soninum. Hann hevur harafturat boðað frá, at hann ætlar sær ikki í rættarhølið í Oslo, tá málið ímóti soninum byrjar tann 16. apríl. Hann ætlar sær heldur ikki í fongslið at vitja sonin.

-Hann hevur sagt, at hann vil ikki hava familjuna á vitjan, sigur Jens Breivik við NTB.

Norska løgreglan hevur havt samband við Jens Breivik, sum býr í Fraklandi, men hann vildi ikki siga nakað um sonin og málið. Hinvegin vil hann fegin úttala seg til fronsku løgregluna, sigur hann við NTB.