- Tað var sjálvandi stuttligt at síggja dóttrina syngja á DR, og eg haldi, at hon kláraði seg væl, sigur Jens Lisberg. Familjan gjørdi ikki nakað stórvegis burtur úr kvøldinum, hóast tey øll vóru spent at síggja og hoyra hana syngja:
- Tað vóru vit bæði konan og so beiggi Kristel sum sótu saman og hugdu eftir X-Factor í gjárkvøldið, sigur Jens Lisberg og fegnast um, at tað gekk dóttrini væl:
- Sjálvandi fegnist eg um, at tað gongst henni væl, og eri eg stoltur av henni, men tað hevði eg eisini verið, um hon ikki sang, sigur Jens Lisberg, sum tó ikki sjálvur fylgir so nógv við í slíkum kappingum sum X-Factor:
- Hasar kappingarnar eru ikki akkurát eg, má eg viðganga, men í gjár sótu vit spent og hugdu eftir Kristel, sigur ein fegin Jens Lisberg.