Ákæruvaldið í Týsklandi hevur gjørt av at ákæra ein danskan mann fyri at hava beint fyri døtrum sínum, sum vórðu funnar deyðar í einum logandi bili nærhendis Berlin í august í fjør. Løgreglan sigur, at pápin hevði givið gentunum doyvandi evni, áðrenn hann setti eld á bilin.
Sambært týsku løgregluni var maðurin bangin fyri, at fyrrverandi kona hansara skuldi fáa børnini. Tað kundi hann ikki góðtaka og valdi tí heldur at beina fyri gentunum, sigur løgreglan. Maðurin hevur verið til sálarkanningar, men týska ákæruvaldið sigur, at hann er egnaður til at verða revsaður.
Undir avhoyringunum hevur maðurin noktað seg sekan, og hann hevur hildið uppá, at talan var um eina vanlukku. Men teir týsku myndugleikarnir siga, at teirra kanningar prógva, at eldurin var ásettur, og at børnini vóru doyvd.









