Svenska drotningin er fødd í Týsklandi, og nú avdúkar blaðið Arbetaren, at pápi hennara, Walter Sommerlath, gjørdist limur í nazistaflokkinum í 1934. Walter Sommerlath búði tá í Brasil, men hann flutti aftur til Týsklands í 1937. Tá vóru nazistarnir komnir til valdið.
Svenska blaðið hevur funnið navn hansara í limalistanum hjá nazistaflokkinum. Har sæst, at hann hevur endurnýggjað limaskapin tvær ferðir, men tað sæst ikki, um ella nær hann fór burtur úr flokkinum. Walter Sommerlath, sum doyði í 1990, avsannaði í einari samrøðu í 1976, at hann hevði verið limur í nazistaflokkinum.
Svenska blaðið Aftonbladet skrivar, at Silvia drotning varð kunnað um greinina í Arbetaren, áðrenn blaðið kom út. Kongshúsið hevur ikki gjørt nakrar beinleiðis viðmerkingar til grenina, men ein talsmaður hjá kongshúsinum segði hósdagin, at Walter Sommerlath hevur ongantíð verið partur av svenska kongshúsinum.