– Um eg haldi, at tað er tørvur á onkrum, so hugsi eg, hvat eg sjálvur kann gera við tað, sigur Arni Zachariassen, sum saman við átta ára gomlu dóttur síni, Lý Zachariassen, hevur framleitt nýtt føroyskt podcast við andaligum tilfari.
Endamálið við podcastinum, ið kallast "Lý og Arni lesa Bíbliuna" er at hjálpa børnum og vaksnum í Føroyum at lesa Bíbliuna saman.
– Man kann koyra tað frá um kvøldið áðrenn songartíð. Ella tá ið tit koyra bil. Ella sunnudag ella onkran annan dag, tá ið tit hava eina góða løtu saman at tosa um Gud og Bíbliuna. Tað er gott at lesa í Bíbliuni. At lesa í Bíbliuni ger, so vit koma at kenna Gud betri og blíva betri við hann. Og tá ið vit koma at kenna Gud betri og vit blíva betri við hann, so blíva vit eisini betri við hvønn annan, bæði børn og vaksin, skrivar Arni Zachariassen á heimasíðuni lyogarni.com.
Arni sá ein tørv og fekk eisini íblástur frá pápa sínum og trúboðarinum Zacharias Zachariassen, ið andaðist 21. august í ár.
– Hann gekk á odda fyri andaligum barnaarbeiði við sunnudagsskúla, legum á Zarepta og skrivaði barnasangir. Tað gav mær íblástur til at hugsa um, hvat eg fái gjørt, sum er viðkomandi í 2017, sigur Arni Zachariassen.
– Lý og eg hava tosað um ymisk andalig evni, og hon hevur nógvar spurningar. Tær løturnar eru virðismiklar og góðar, og eg vil fegin hava fleiri slíkar løtur. Eg haldi, at fleiri foreldur hava tað á sama hátt, og hetta er ein góður møguleiki og tøkt talgilt tilfar, sigur hann um podcastið, ið er bæði á heimasíðuni og á YouTube.
Tey bæði hava latið ein part úr hondum, og ætlanin er at ein nýggjur partur skal koma út aðru hvørja viku. Arni velur evnini, ið tey bæði tosa um, og hann finnur íblástur í samrøðum millum tey bæði.
– Hetta er til øll forvitin børn, men serliga til børn í hennara aldri, tí útgangstøðið eru hugsanirnar hjá henni, sigur Arni og leggur afturat, at tey bæði hava fingið ómetaliga nógvar positivar afturmeldingar.