Pápi Nataschu Kampusch leyp á myndamann

Fjølmiðlarnir hanga framvegis uppi í Nataschu Kampusch, og tað kann vera strævið.

Hóast meiri enn ein mánaður er liðin, síðani eysturríkska Natascha Kampusch flýddi frá burturflytara sínum, liggja fjølmiðlarnir hvønn einasta dag upp á lúr eftir at fáa myndir av henni.

Soleiðis var eisini í gjár, tá Natascha og pápi hennara, Ludwig Koch, vóru til gongu í Wien. Tey bæði høvdu verið og tosa við ein sakførara, og so skjótt tey komu útaftur, helt eitt spanskt sjónvarpslið aftan á teimum. Sponsku myndamenninir vóru so næskir, at Ludwig Koch misti tolið við teimum og leyp á ein av myndamonnunum. Løgreglan var skjót á staðið og skildi partarnar sundur, samstundis sum vinfólk hjálptu Nataschu burtur haðani.

Eysturríkskir fjølmiðlar skriva, at Ludwig Koch hevur verið undir stórum trýsti, síðani Natascha flýddi frá Wolfgang Priklopil. Hann slapp bara at vera saman við dóttur síni eina løtu, eftir at hon var flýdd, og hann hevur sagt, at tað kendist, sum at sálarfrøðingarnir høvdu burturflutt hana av nýggjum.

Síðani Natascha Kampusch flýddi, hevur hon havt ein fjølmiðlaráðgeva, men hann segði upp í gjár fyri at mótmæla, at fjølmiðlarnir eru so ágangandi.

Eysturríkska løgreglan hevur boðað frá, at hon er liðug at kanna málið um Nataschu Kampusch og Wolfgang Priklopil. Sambært niðurstøðuni er einki, sum bendir á, at nakar hjálpti Priklopil at burturflyta Nataschu fyri átta árum síðani.