Pápi fyrrverandi danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, er deyður. Tað skrivar lokalavísin Ugeposten í Gribskov.
Eftir at hava verið sjúkur í nøkur ár av krabbameini í prostata doyði Jeppe Løkke Rasmussen hósdagin 78 ára gamal.
Fyri hálvumøðrum ári síðani var Jeppe Løkke Rasmussen í Ekstra Blaðnum, har hann fortaldi, at hann var sjúkur av prostatakrabba og ikki kundi gerast frískur.
Pápi forsætisráðharran fekk staðfest krabbamein í 2008, og síðani náddi sjúkan at breiða seg. Hann fekk tikið annað nýrað, men bleiv ikki frískur.