Omar Osama bin Laden, sum er fjórðielsti sonur Osama bin Laden, heldur, at tað er betur fyri amerikanararnar, at pápi hansara er á lívi heldur enn deyður. Omar Osama bin Laden sigur sambært AP, at pápi hansara hevur vunnið stríðið, tí at hann hevur rokkið máli sínum, sum var at eyðmíkja USA.
Hann roknar ikki við, at pápin fer at skipa fyri fleiri atsóknum at USA. Men eydnast tað amerikanarunum at beina fyri honum, fara viðhaldsmenn hansara uttan iva at hevna hann og at søkja at amerikonskum málum.