Jens Breivik, sum er pápi norska hópdrápsmannin Anders Behring Breivik, varð avhoyrdur í gjár. Jens Breivik, sum er fyrrverandi diplomatur, býr í suðurfranska býnum Cournanel, og tað var har, hann bleiv avhoyrdur.
Norska løgreglan segði í síðsta mánað, at hon hevði biðið fronsku løgregluna um hjálp til at fáa Jens Breivik avhoyrdan. Tað bleiv so gjørt í gjár, og vardi avhoyringin 13 tímar.
Norska løgreglan sigur, at Jens Breivik bleiv serliga spurdur um barna- og unglingaárini hjá soninum. Tað var kanska avmarkað, hvat pápin visti at siga um tað, tí hann og konan fóru hvør til sítt, stutt eftir at sonurin var føddur. Anders vaks tí upp hjá mammuni saman við einari hálvsystir, og tær hava báðar verið til avhoyringar fyrr.