Stanley Johnson, pápi bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, sigur, at hann fer at søkja um franskan ríkisborgararætt.
Tann 80 ára gamli Stanley Johnson hevur verið eitt sindur meira drálandi í mótstøðu síni ímóti ES enn sonurin.
Bretland fór úr ES 1. februar í ár, og við komandi ársskifti er Bretland eisini farið úr innara marknaðinum hjá ES og tollsamgonguni.
Tann nú 56 ára gamli Boris Johnson stóð á odda fyri herferðini, sum fekk bretar at atkvøða fyri at fara úr ES á fólkaatkvøðuni í 2016.
Og sum forsætisráðharri hevur hann ført Bretland úr ES.
– Tað er ikki ein spuringur um at gerast franskur. Um eg havi skilt tað rætt rætt, so eri eg franskur. Mamma mín varð fødd í Frankaríki. Mamma hennara var fullkomiliga fronsk, og tað var abbi hennar eisini, sigur Stanley Johnson við fronsku útvarpsstøðina RTL.
– Fyri meg er tað ein spurningur um at fáa tað, eg longu eri, og tað eri eg fegin um.
Frá 1. januar 2021 verða ferðir til og úr ES truplari hjá bretum, men við einum fronskum passi fer Stanley Johnson at kunna ferðast lættari inn í ES.
Stanley Johnson var ein av fyrstu bretum, sum fekk starv sum embætismaður í táverandi EF í Brússel, tá Bretand gjørdist limur í 1973.
Hann var konservativur ES tinglimur frá 1979 til 1984.
Og upp undir fólkaatkvøðuna í 2016 tosaði Stanley Johnson fyri at Bretlandi ikki skuldi fara úr ES, og hann atkvøddi ímóti brexit.
Men umleið eitt ár eftir fólkaatkvøðuna skifti hann meining.
– Eg fari altíð at vera evropeari. Tað er víst, sigur hann við RTL.
– Tú kanst ikki siga við onglendingar, at teir ikki eru evropearar. Evropa er meira enn innari marknaðurin, tað er meira enn ES.
– Tá tað er sagt, so er tað at hava samband við ES týdningarmikið, sigur hann – helst sum tilsiping til franska passið.
/ritzau/AFP